Tað eru nú tveir mánaðir síðani tann síðsti alifiskurin í Vestmanna varð tikin og seinastu tíðina er nýtt smolt sett út. Um ein mánaða ella so er talið komið uppá 1,3 milliónir smolt, sum viga umleið 500 gram hvørt. Roknað verður við, at um eitt ár ella so er fiskurin klárur at taka.
Atli Gregersen, stjóri í Luna, sigur, at teir nú eru farnir yvir til at lata fiskin svimja gjøgnum stór rør úr bilunum og út til aliringarnar, heldur enn sum fyrr, at tangar við fiski vórðu sigldir út og fiskurin síðani pumpaður í ringarnar.
- Tað er týðuligt at fiskurin trívist betri, tá vit gera uppá henda mátan, sigur Atli Gregersen við VP.
Hann letur eisini væl at royndunum at lata smoltini vaksa seg størri á landi áðrenn tey verða sett út.
- Vit arbeiða alla tíðina fram ímóti at stytta tíðina á sjónum sum mest, tí tað er betri fyri fiskin at vera í umhvørvinum, sum vit hava fult tamarhald á. Vit vænta, at vektin á smoltinum skjótt fer at liggja ímillum hálvt og eitt kilo, sigur Atli Gregersen.
Ringarnir á Velbastað eru ikki tømdir enn. Har spælir veðrið ein størri leiklut, tí teir mugu bløðga úti á ringunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo