KVF: Sjónvarpsjólakalendarin í Kringvarpi Føroya eitur Luka og leikhúsið. Ein sera góður og viðkomandi jólakalendari, har alt møguligt spennandi hendir. 35 leikarar hava lagt føroyskar røddir á jólakalendaran – 21 vaksin og 14 børn í aldrinum frá 8 til 15 ár. Og fyrsti partur verður at síggja fríggjadagin 1.desembur klokkan hálvgum sjey.
Í alt heyst hava vit í Kringvarpinum tikið føroyskar røddir upp til ársins jólakalendara. Serliga í oktobur mánað var sera nógv at gera, og dugnaligu leikararnir og dugnaligu børnini hava lagt nógv arbeiði í at finna røttu orðini, og at tosa so gott føroyskt mál sum til ber, og samstundis gera tað bæði spennandi og álvarsamt og viðhvørt eitt sindur syrgiligt, men eisini stuttligt.
Jólaboðskapurin í hesi søguni er, at lívið ikki er ein kampur, og tað snýr seg ikki um at vinna og tapa - ongum nýtist at tapa.
Hesin jólakalendarin er um, hvussu stórur munur var á fátækum og ríkum í einum høvuðsstaði, ið kallaðist Kristiania. Tey, sum áttu lítið ella als einki, máttu stríðast og strevast fyri at fáa mat í munnin, meðan tey ríku oyðslaðu og dusaðu sær í ríkidømi. Men eitt, sum bæði fátæk og rík høvdu í felag, var viðhvørt at vitja í tivolinum, sum var miðskeiðis í býnum. Og har var eisini eitt leikhús.
Og tað er her í høvuðsstaðnum Kristiania, í tivolinum og í leikhúsinum, at søgan er. Her búgva øll tey, vit fara at hitta.
Her býr fátæki og einsamalli Luka, sum altíð er ósamdur við pápa sín, men sum fær vinfólk í leikhúsinum og finnur útav, at hann dugir at gera gandakynstur. Her býr tann múgvandi og ónda Eilin Butenschøn, ið hatar fátækrafólk og biddarar, og dóttir hennara Lobelia, sum er ríkasta genta, ein kann hugsa sær, sum seinni setir seg upp í móti mammu síni. Og í leikhúsinum býr m.a. djarva og skilagóða Gabriella, sum arvar eina húðsjúku frá mammuni. Og so ikki minst Jóhanna, leikhússtjórin, ið roynir av øllum alvi at gjalda allar rokningarnar.
Luka og leikhúsbørnini mugu saman royna at bjarga leikhúsinum, so Eilin Butenschøn ikki skal selja alt og blaka tey út.
Erla Zachariasen og Guðrið Rubeksen hava týtt leikin. Fleiri sangir eru við, sum Elin á Rógvi og Marið Persson hava týtt. Páll Danielsen er leikstjóri og Finnur Hansen hevur tikið upp og sett saman.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo