Tað átti at verið loyvi at skjóta grágæs og íslandsgæs í Føroyum, á sama hátt sum grannalondini gera tað.
Stovnurin av grágásum og íslandsgásum er ein ferðandi stovnur, sum ferðast millum Norðurbretland og Ísland. Nakað av hesum stovni millumlendir og hvílir seg í Føroyum. Eisini er eitt sindur av búfúgli í Føroyum.
Grannalondini rundan um okkum loyva at skjóta grágás um heysti og veturin, so hví skuldu vit ikki gjørt tað sama. Grágásastovnurin í 2018 er mettur til 130.000 og stovnurin av íslandsgás er mettur at vera millum 500- 600.000. Eg kenni ikki veiðutølini av grágás fyri Bretland, men íslendingar skjóta umleið 40.000 grágæs um árið.
So tað er upplagt at veiðumenn í Føroyum fáa loyvi at skjóta av hesum ferðastovnum, sum ferðast millum Norðurbretland og Ísland. Tað kundi til dømis verið frá 15. septembur til og við 31. decembur.
Vinarliga
Magni Blástein
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo