Ingilín D. Strøm, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin og Hervør Pálsdóttir, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, hava klagað til formansskapin, tí tær halda tónin í Løgtinginum er ov sexistiskur.
Tað segði Ingilín D. Strøm í beinleiðis sending í Kvf frá kvinnudagshaldi í Mentanarhúsinum í Fuglafirði í kvøld.
- Vit halda ikki, hetta er nakað sum vit skulu noyðast at finna okkum í, og tí hava vit kært til formansskapin, segði Ingilín D. Strøm, sum legði afturat, at formansskapurin nú viðgerð kæruna.
Ruth Vang, tingkvinna og forkvinna í Framsókn, kundi vátta tað sum Ingilín D. Strøm segði. Ruth Vang kundi upplýsa, at hon ikki hevði upplivað nakað líknandi á nøkrum øðrum arbeiðsplássi, sum tað sum gongur fyri seg í Løgtinginum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo