Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Asfaltfelagið Kreton hevur lagt nýtt asfalt á koyribreytina í Vágatunlinum.

Talan er um eitt av teimum heilt stóru asfaltarbeiðunum í Føroyum, tí sløk 5.000 tons av asfalti blivu brúkt til hetta arbeiði.

Tunnilin er knappar 5 km langur og allur vegurin varð asfalteraður uppá 5 nætur.

- Arbeiði gekk sera væl, tí vit megnaðu at leggja 38.000 fermetrar av asfalti uppá einans 5 nætur, sigur Eyðun Magnussen, stjóri í Kreton.

- Okkara starvsfólk gjørdu eitt megnar arbeiði, og samstarvið við Landsverk, sum framleiddi asfaltið, gekk eisini sera væl. Kreton stóð eisini fyri at fresa gamla asfaltið av í tunlinum. Hetta asfaltið skuldi endurnýtast av kommununum báðumegin tunnilin. Asfaltarbeiðið var liður í nýtímansgerð av Vágatunnlinum, sum eisini umfataði el-arbeiði, betong arbeiði, list og annað.

Vágatunnilin varð tikin í nýtslu tann 10. desember í 2002, so tað eru knapt 20 ár síðan vegurin varð asfalteraður.

Tunnilin er 4,9 km langur, og har tunnilin stingur djúpast, eru 105 metrar upp til sjóvarmálan.

Entreprenørfelagið Kreton er heildarveitari innan asfaltarbeiði. Seinastu árini hevur fyritøkan gjørt stórar íløgur í asfaltsútgerð og er blivin ein av stóru aktørunum á føroyska marknaðinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo