BirkBloggur: Hóskvøldið vóru Heini í Skorini og Bjørn Kunoy í Løkshøll og greiddu frá um Palestina fyri og eftir 1948, og um ST sáttmálan um fólkadráp frá sama ári.
At enda kundu fólk seta skrivligar sms-spurningar við telefonini til Brynhild Thomsen, sum so fekk teir báðar, Heina og Bjørn, at svara.
Framyvir fer okkara ábyrgd meir enn nakrantíð at verða, at seta okkum inn í viðurskiftini og lurta eftir tíðindunum við tí skilvísi, vit kunnu tilogna okkum.
Heimasíðan hjá Snar, sum setur karm um árliga holocaustdagin í føroyska skúlanum, er ein byrjan.
Og so at møta upp til fundir sum henda í Løkshøll, har fólkið kann møta granskarum og vitarum á ovastu rók, ja so kvalifiseraðar, at tankin um at skjóta upp føroyskar meklarar í stríðnum at finna frið í Jerusalem og Miðeysturi meir enn einaferð kom til mín.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo