Runavíkar kommuna: Lív Reynheim er sett í starv sum samskipari á Visit Runavík.
Lív hevur fjølbroyttar royndir frá ymiskum verkætlanararbeiði, bæði sum verkætlanarleiðari og samskipari. Hon hevur eisini royndir sum skrivstovu – og miðlafólk.
Seinastu tíðina hevur Lív starvast á Føroya Fólkaháskúla.
Lív er 34 ára gomul og býr í Havn. Hon byrjar í starvinum 1. februar. 19 umsóknir vóru til starvið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo