Føroyska listakvinnan Lív Ejdesgaard letur upp framsýning á navnframa Gallarínum Sct Gertrud í Møntergade 10 í Keypmannahavn nú leygardagin frá klokkan 13-16.
Tá verður listakvinnan hjástødd.
Kurt Svendsen frá gallarí Sct. Gertrud skrivar í innbjóðingini:
- Lív er eitt nýbrot á føroyska málarapallinum, sum vanliga verður settur í samband við sterkar litir í náttúrulýsingum. Lív tekur motivini úr føroysku náttúruni ella landsløgunum og hon arbeiðir við einum eymleika í litunum, sum næstan flyta seg yvir í vatnlitir ella akvarel. Við hesum litvali, røkkur hon ein æteriskan ella yvirjarðligan stemmning í myndunum.
Framsýningin er opin frá leygardegnum 4. November og fram til 18 november. Leygardagin 11 november hevur gallaríið ikki opið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo