Leygardagin 4. november klokkan 15-16 letur ein serstøk listaframsýning upp í Kirkjukjallaranum í Hoyvíkar kirkju í sambandi við, at kirkjan hátíðarheldur sín tíggju ára vígsludag.
Talan er um eina framsýning við átrúnaðarligum perspektivum, sum m.a. snýr seg um ímyndir okkara um gott og ónt. Verkini eru framleidd í Steinprenti av listafólkunum Claus Carstensen, Erik Heide, Peter Carlsen, Anker Mortensen, Tóroddi Poulsen og Fríðu Matras Brekku.
Kinna Poulsen er kurator og hevur tikið útgangsstøði í bókini hjá Søren Ulrik Thomsen og Claus Carstensen, Lille Dæmonologi frá 2013, har danski yrkjarin hugleiðir um óndskapsins lyndi og staðfestir, at vit hava brúk fyri illamanni. Claus Carstensen hevur í fleiri umførum granskað í ymiskum sløgum av myrkum myndamáli. Hansara døkku myndir eru fullar av negativari orku, av uppøstum hundum og bøðlum, av hatri og maskukendum andlitum, sum við óndum, tómum eygum stara illbønandi út moti áskoðaranum.
Myndirnar hjá Peter Carlsen eru ímyndir av hugmóðini, ið einaferð varð hildin at vera ein tann ringasta syndin. Sambært listamanninum eru deyðssyndirnar als ikki hvat tær hava verið, fleiri av hesum syndum verða beint tvørturímóti mettar sum eitt slag av dygdum í dag. Í okkara bíbliusøgu hava leiklutirnir hjá antihetjunum ikki minni týdning enn tann hjá hetjunum. Tað heroiska er oman fyri okkum, meðan vit skilja tað menniskjansliga. Tá nú Judas er ónøgdur og verður freistaður, so skilja vit, at eisini lærusveinarnir vóru menniskju eins og vit, og at munurin millum tað ónda og tað góða er eitt val. Myndin hjá Tóroddi Poulsen av Heilagu Kvøldmáltíðini er um somu tíð einfaldari og meira kompleks enn kenda myndin hjá Leonardo da Vinci. Á myndini hjá Tóroddi Poulsen síggja vit gyltar ljósstrálur í erva. Í miðjuni eru trettan spannir, har ein er koppað og niðast eru trettan skøltar. Øll tann neyðuga sorgarsøgan verður søgd við denti á tað menniskjansliga.
Í øllum prentmyndunum hjá Erik Heide hómast ein serligur forkærleiki fyri ti eyðmjúka og eitt inniligt takksemi fyri tað stórbæra í lívsins smálutum. Ein av prentmyndum hansara hevur sermerkta heitið: Pinnurin hjá Mikkjali og er hetta ein tekning av einum pinni, sum ein smádrongur einaferð fann sær at spæla við. Samstundis er myndin ein pallseting av øllum tí nógva, sum eitt barn kann fáa burtur úr einum púra einføldum pinni. Djóra- og landslagslýsingarnar hjá Fríðu Matras Brekku eru somuleiðis fullar av kærleika og tokka. Hon hevur í sínum myndum lýst eitt nú hundar og blómur, men hevur í serligan mun lagt seg eftir at tekna og mála seyð, sum annars hava verið meira ella minni ósjónligir í føroyskari list inntil fyri lutfalsliga fáum árum síðani. Fríða Matras Brekku hevur málað fleiri kerlig og stuttlig seyðaportrett, og seyðir síggjast eisini ymsastaðni í hennara stillu, fínu landslagsmyndum. Hugsa vit listasøguliga um seyð og lomb, eru vit komin til tað øvugta av hugmóðini og aggressiónini, tí seyður hevur altíð verið ímyndin av tí eyðmjúka. Sjálv um seyðirnir hjá Fríðu Matras Brekku ikki eru beinleiðis kristin symbol, eru hennara seyðamyndir hennara merktar av einum serligum takksemi og undran yvir heimin og tilveruna. Og sjálvt um myndamálið hjá Anker Mortensen er meira abstrakt, eru hansara myndir av Víkini føgru merktar av sama inniliga takksemi. Figuratiónirnar av húsa- og skipaskapilsum og úr haganum eru úr Hoyvík, har Anker Mortensen búði eina tíð. Umframt abstrakt mynstur innihalda hesar myndir afturminningar til eitt sakleyst og gandað barndómsunivers uttan rationel ella realistisk mørk. Framsýningin í kirkjukjallaranum í Hoyvíkar kirkju er almenn og øll eru hjartans vælkomin.
Sunnudagin 5. november heldur Hoyvíkar kirkja sín 10 ára vígsludag. Tá bjóðar kirkjuráðið til morgunmatar í Kirkjukjallaranum kl. 9; øll eru vælkomin Kl. 11. verður hátíðarguðstænasta, har Tarira syngur. Eisini fara trompet og saxofon at stuðla urguni undir felagssanginum. Ein nýggjur sálmur verður sungin til høvið. Sóknarpresturin Theodor Eli Dam Olsen prædikar, og eisini taka aðrir prestar lut undir guðstænastuni. Framsýningin verður at síggja millum klokkan 14 og 16 frá 6. til 11.november.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo