Chester Bennington, best kendur sum sangari í bólkinum Linkin Park, er deyður.
Hann var 41 ára gamal.
Metalbólkurin Linkin Park er kendur fyri sangir sum «Faint», «In the End» og «Crawling». Bólkurin eksperimenteraði við fleiri musikksjangrum, og hann samstarvaði millum annað við Jay-Z.
Teirra album «Meteora» er millum tey mest seldu í tónleikasøguni.
Bennington átti seks børn og var giftur tvær ferðir. Hann var funnin á eini privatari adressu í Los Angeles í morgun, sambært TMZ.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo