Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Mynd: KVF

Mynd: KVF

Formelt er Johnny í Grótinum framvegis stjóri í KVF, men reelt er Liljan Weihe nú omanfyi stjóran!

VP hevur verið í samband við fleiri advokatar og allir rista við høvdinum. Tað er trupult at fáa nakran at stíga alment fram og siga sína hugsan, men niðurstøðurnar eru púra greiðar.

Avgerðin hjá Mentamálaráðnum er ein vanlukka fyri leiðslurættin hjá stjórum og setur Føroyar í ringt ljós sum rættarsamfelag.

- Tað er eingin ivi um at umheimurin flennir at okkum, sigur serfrøðingur á starvsrættarliga økinum.

Uppsøgd starvsfólk skulu sjálvandi hava ta verju og rættartrygd sum er neyðug. Og her er rættarsiðvenjan púra greið.

Hevur eitt ”opið kríggj” tykið seg upp á einum arbeiðsplássi og avleiðingin er, at stjórin sigur fólk úr starvi, so eiga fólk ikki at ”dømast” aftur í starv, tí tað kann vera tað sama sum at krevja, at kríggið heldur fram.

Arbeiðsplássið tolir heilt einfalt ikki slíkt rumbul.

Hóast Johnny og Liljan nú skulu ”tosa saman”, so man tað standa øllum púra greitt, at tað brot sum er hent, verður ongantíð heilt aftur.

Arbeiðsumstøðurnar á tíðindadeildini kunnu eisini væntast at blíva ótolandi.

Um kærumyndugleikin ella rætturin kemur til ta niðurstøðu, at starvsfólk av órøttum eru søgd úr starvi, so eiga órættaðu starvsfólkini at fáa eitt fíggjarligt endurgjald, men endursetan eigur als ikki at koma uppá tal, um hetta kann metast ov tyngjandi fyri arbeiðsplássið.

Hetta er sligið fast í rættarpraksis.

At talan er um KVF, ger málið uppaftur meira álvarsligt.

Kringvarpsstýrið varð sett á stovn júst við tí endamáli, at fáa neyðuga frástøðu millum KVF øðrumegin og politisku skipanina við aðalráðum hinumegin.

Men nú Mentamálaráðið og Rigmor Dam eru farin undir at seta fólk í starv í KVF, er alt endamálið við KVF bygnaðinum undirgrivið.

Málið er kanska búgvið til eitt misálit á mentaráðharran.

Rigmor Dam er fyrrverandi starvsfólk í Miðlahúsinum, sum sigst hava tøtt bond til Liljuna Weihe.

Tað eru mong í dag sum seta spurnartekin við, um Mentamálaráðið í hesum máli lýkur gegniskrøvini í fyrisitingarlógini.

Mentamálaráðið hevur helst ein gegnistrupulleika og tí átti Rigmor Dam at latið hetta mál verið viðgjørt í øðrum aðalráð.

Men kanska vildi Rigmor fegin, at júst Mentamálaráðið tók sær av málinum.

Men størsta avbjóðingin hjá Mentamálaráðnum er løgfrøðiligi førleikin. Ráðið gongur beint móti rættarpraksis á økinum.

Hetta mál kann lættliga enda í løgtinginum og gerast ein stór politisk gøla.

Seinasta orðið er neyvan sagt enn.

Løgtingsins umboðsmaður hevur, sambært umboðsmannalógini, skyldu til, at boða løgtingi og landsstýri frá, um fyrisitingarlig mistøk verða gjørd.

Sambært umboðsmannalógina hevur umboðsmaðurin víðar heimildir, sjálvur at fara í mál, fremja neyðugar kanningar og koma við niðurstøðum.

Her liggur kanska ein uppgáva og bíðar eftir umboðsmanninum.  

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo