Í dag er nakað av kava fallin.
Og er veðurforsøgnin hjá DMI fyri næsta samdøgrið eftirfarandi, so verða kanska hvít jól í ár hóast alt.
Veðurforsøgnin sigur sama vakra og stilla veðrið, sum vit hava havt í dag við høgætt og kulda til einaferð móti kvøldi, tá hann fer niður í útsyninng og tað verður eitt sindur lýggjari.
Í morgin verða eisini løtur við sól.
Tað verður tó helst ein stokkut gleði, tí longu jólaaftanskvøld ella í øllum førum fyrsta jóladag verður lýggjari og meira vindur, so tá er ikki vist at nakar kavi liggur eftir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo