Felags lesiringurin hjá Bókasavninum í Nes kommunu og Bókasavninum við Løkin byrjar nú aftur eftir summarsteðgin. Fyrsta kvøldið verður týskvøldið 18. oktobur klokkan 19.00 á Bókasavninum við Løkin.
Byrjað verður við rithøvundavitjan, har Rakel Helmsdal kemur at greiða frá sínum rithøvundavirksemið og virðisløntu bók síni Hon, sum róði eftir ælaboganum. Í summar fekk Rakel handað virðisløn Útnorðurráðsins fyri barna- og ungdómsbókmentir fyri hesa skaldsøgu. Hóast virðislønin er fyri ungdómsbókmentir, so er bókin líka áhugaverd fyri vaksin at lesa. Bókin hjá Rakel, sum skal lesast til hetta fyrsta kvøldið, kann lænast á bókasavninum við Løkin, sum hevur opið gerandisdagar frá kl 13 til 18.
Lesiringurin er vanliga saman í tveir tímar. Hetta fyrst kvøldið er Rakel á skránni við frásøgn og práti tann fyrra tíman. Tann seinna tíman verður lesiætlan gjørd fyri veturin. Øll, sum møta, hava møguleika at koma við uppskotum um bøkur at lesa henda veturin. Nýggir luttakarar eru sera vælkomnir, uttan mun til hvørji kommunu ein býr í.
Lesiringurin er stovnaður á heysti 2013, sum eitt samstarv millum Bókasavnið í Nes kommunu og Bókasavnið við Løkin. Lesiringurin møtist uml 6. hvørja viku í vetrarhálvuni, og vanliga verður tosa um lisnar bøkur afturvið einum drekkamunni. Øll eru vælkomin at luttaka og tað er ókeypis. Vanliga møta millum 10 og 20 luttakarar og bókasøvnini skiftast um at vera vertir.
Meira kann lesast um lesiringin á www.lokin.fo
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo