Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Fríggjakvøldið 6. oktober fer Lena Anderssen á pall í Reinsarínum fyri fyrstu ferð síðani útselda konsert í mars mánaði í fjør. Tann konsertin var hildin í sambandi við útgávuna Eagle In The Sky, sum fyrr í ár varð kosin ársins útgáva til Faroese Music Awards (FMA), har Lena somuleiðis varð kosin ársins songkvinna.

Lena er annars júst afturkomin av væl vitjaðari konsert í Southbank Centre í London og fyrr í summar framførdi hon í Tivoli í Danmark. Talan er fyrstu um konsertframførslu hjá Lenu við orkestri í Tórshavn í nú skjótt hálvtannað ár.

Aftrat sær hevur Lena – umframt mannin hjá sær Niclas Johannnesen – the ‘grand old man’ Jóhannus á Rógvu Joensen á bassi og unga og evnaríka Josva Debes handan trummurnar.

Sama manning var á konsertferð í Danmark í fjør og beint eftir konsertina í Føroyum gongur leiðin aftur til Danmarkar, har seks konsertir hesaferð eru á skránni – eitt nú í Keypmannahavn, Herning og Næstved.

Konsertin í Reinsarínum verður sostatt eitt slag av startskoti, har Lena og bólkur fara at framføra løg av seinastu útgávuni Eagle In The Sky, umframt løg av undanfarnu útgávunum Letters From The Faroes, Let Your Scars Dance og Can’t Erase It. Somuleiðis vera onkur løg, ið ikki eru útgivin enn, á skránni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo