Í gjár, 4 dagar eftir at hann fylti runt, andaðist Lemmy, sum var sangari í bretska rockbólkinum Motörhead. Hann var 70 ára gamal nú hann krabbameinsraktur andaðist í heiminum í Los Angeles í California. Tað boðar orkestrið Motörhead frá á Facebook.
Tann týdningur, sum Lemmy hevur havt sum sangari og orkesturleiðari, sæst aftur í tí veruleika, at viðurkkendir miðalar sum BBC og serliga The Guardian í stundini hava minningarorð og drúgv tíðindi um hann. Tað er neyvan hent fyrr í nýggjari rocksøgu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo