Leygarkvøldið kl 20 fer fyrsta umfar í FM Karaoke av bakkastokki.
4 kvinnur og 4 mannfólk fara at kappast um at koma víðari í finaluna, sum verður eftirfylgjandi leygarkvøld.
Seinasta ár vunnu Paula Danielsen og Kjartan Torbensson seg víðari til Singapore, har tað eydnaðist Paulu at gerast heimsins næstbesti karaoke sangari í heiminum.
Í ár verður HM í Vancouver, Kanada! Kanada átti heimsins besta sangara í fjør Elsaida Alerta. “HM í karaoke seinastu árini er munandi hækkað í kvaliteti, bæði tá viðvíkur sangarum men eisini alt rundan um kappingina og framleiðslan í heila tikið.” sigur Kenneth Hovgaard, formaður í Karaoke felag Føroyar.
FM í karaoke, sum er fyrsta treytin hjá luttakarunum at vinna, verður í Glitnum, og tað er ókeypis atgongd til øll umførini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo