Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Seinnapartin í dag varð skipað fyri móttøku í sambandi við, at veristaðið Skáin og Dag- og umlættingartilboðið fyri børn í Vágum eru flutt saman í nýggj hølir á Leitisvegi 58 í Miðvági. Í hesum sambandi helt Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almennamálum røðu.

- Sum landsstýrismaður í almannamálum fegnist eg stórliga um, at Almannaverkið nú hevur fingið skipað hetta tilboðið í Vágum. Og eg veit, at við miðvísum námsfrøðiligum arbeiði og stuðli, verða lunnar lagdir undir víðari at menna og betra hesi tilboðini í nýggju snotiligu og hóskandi kørmum, umbygdir til endamálið.

Veristaðið Skáin er fyri fólk í Vágum í aldrinum 18 til 67 ár, sum á ein ella annan hátt hava skerdar førleikar. Skáin bjóðar eitt sosialt og aktivt tilboð allar gerandisdagar. Tað hevur ikki verið sett mark fyri hvør kann koma og tað hevur gjørt tilboðið rættuliga áhugavert. Í løtuni eru tað 15 borgarar, sum koma fast í Skáan.

Dag- og umlættingartilboðið í Vágum er eitt dagtilboð fyri børn við fjølbreki, men eisini døgnumlætting, alt eftir hvat familjan hevur tørv á.

Les røðuna her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo