Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Ov nógv neilig orka og ov nógvar frustratiónir eru knýttar at landsroyndunum. Tað heldur Nita Næs, lærari við Hvalbiar skúla; hon er umframt lesivegleiðari í Hvalba, Trongisvági og á Tvøroyri.

- Fyri okkum lærarar, so var tað ein stór broyting, tá ið landsroyndirnar knappliga sóu dagsins ljós. Nú blivu næmingar og skúlar á ein hátt eftirmettir og møguliga óbeinleiðis vórðu skúlar samanlíknaðir. Somuleiðis hava leiðslur kring landið í fleiri ár fingið at vita frá serkønum fólkum á próvstovuni, hvussu ávísi skúlin hevur megnað landsroyndina í føroyskum, støddfrøði og náttúru og tøkni.

Nita Næs hevur undirvíst í føroyskum, og hennara næmingar hava altíð møtt glaðir í skúla til landroynd, men bæði í 4. flokki og í 6. flokki hevur tøknin ikki riggað, og tað hevur verið sera skuffandi fyri allan flokkin. Hon heldur, at tað er eitt stórt politiskt stig at steðga landsroyndunum.

- Møguliga er myndugleikin noyddur at taka hesa avgerð, tí tað er farin alt ov nógv orka til hesa royndir, og ov nógv neilig umtala av skipanum, ið ikki hava virka sum tær skulu.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo