Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Laila av Reyni er aftur aktuel við einum staklag. Hesaferð er hon meira rokkut, og lagið, Black Ice, snýr seg eisini júst um tað at finna nýggjar leiðir.

Upprunin til lagið er, at Laila gjøgnum nøkur ár javnan hevur luttikið á sangskeiðum í Italien. Har hon er komin í samband við danska sangskrivaran og kapellmeistaran Søren Graversen, og tað er hann, sum hevur skriva nýggja lagið til Lailu. Síðani hevur hon sett sín egna, persónliga dám á tað.

Lagið verður at hoyra á øllum streaming tænastum, so sum Spotify, Apple Music, YouTube music, Amazon Music, TikTok v.m.

Um nýggja lagið:

Orð og lag: Søren Graversen og Helene Bak

Sang og kór: Laila av Reyni

Trummur: Tórður Dam Jacobsen

Cello: Tóri Restorff

Øll onnur ljóðføri: Hans Poulsen

Framleitt, upptikið og ljóðblandað: IntroVers Studio við Hans Poulsen

Cover mynd: Miriam & Janus

Grafikkur: Eiler Fagraklett

Leinkjan til lagið: https://open.spotify.com/track/3Ycgh5cf55G8B6cDb9WMoG?si=8d8eb292aae1449c

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo