Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Í røðini av fremstu evropeisku leikstjórunum er Filmsfelagið komið til pólsku Agneszka Holland. Fyrr hava vit víst tað nýggjasta hjá franska François Ozon og týska Christian Petzold.

Fyrrárið gjørdi Agnieszka Holland ”Mr. Jones”, har vit sóu walisiska journalistin, Gareth Jones, sum avdúkaði, hvussu sovjettiska ídnaðarkollveltingin hjá Stalin kravdi korn úr Ukraina, sum elvdi til fólkatýnandi hungursneyðina Holodomor, har í landinum.

Í nýggjasta filminum, ”Charlatan”, lýsir Agnieszka Holland kekkiska læknan Jan Mikolášek (1889-1973).

Hann arbeiddi eftir homopatiska háttinum, ið læknavísindaliga snýr seg um viðgerð við heilivági, sum hjá frískum menniskjum elvir til líknandi sjúkueyðkenni sum tey, ið beinast skulu burtur.

Sum homoøpatur hevur Jan Mikolášek innlit í plantur, og verður kendur fyri at lekja milliónir av sjúklingum í Evropa.

Natúrliga avleiðingin er, at tá seinni heimsbardagi nærkast, vilja bæði nazistar og kommunistar fáa ræði á læknanum og væl lýdda virkseminum.

Hóast hann er giftur við eini kvinnu, livir Mikolášek, ið gevur filminum heitið ”Charlatan”, eisini eitt loyniligt lív saman við manninum, sum í læknayrkinum er hansara hjálpari í einum og øllum.

"Charlatan”, sum í ár var kekkiskt Oscarumboð, hevur vunnið bæði pólskar og kekkiskar virðislønir. Filmurin var eisini við í kappingini um European Film Awards sum besti filmur í Evropa.

Mikudagin er høvið at síggja henda sjáldsama evropeiska film í Filmsfelagnum.

1/12 kl 20:00 CHARLATAN (Agnieszka Holland, Pólland, Kekkia 2021 118 min)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo