Sørvágs kommuna: Í nakrar dagar hava hesir arbeiðsmenninir frá Basalt Grótlaðing fingist við at bøta uppá bøgarðarnar úti í Bø.
Sørvágs kommuna hevur sett nakað av peningi av til hetta arbeiði, og ætlanin er eisini at seta pening av til komandi ár, at hampa um bøgarðarnar í Sørvági.
Garðarnir eru eisini eitt prýði og tí er tað umráðandi, at hesin arvurin ikki forferst.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo