Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Vikuskiftissendingin hjá Kringvarpinum er óivað í lættara endanum á tí, sum Kringvarp Føroya annars hevur at bjóða. Men fríggjadagin fingu vertirnir, Tróndur Vatnhamar og Leivur Thomsen, eina áminning frá einum av tignarfólkunum innan føroyskan journalistik, Brynhild Thomsen. Hon minti teir á, at tað hevði klætt teimum at boða frá, at Kringvarpið ikki er til sølu og rindar fyri seg, tá starvsfólk í tess tænastu fáa eitthvørt í samband við arbeiðið - til dømis í samband við eitt innslag í eini útvarpssending.

Aktuella høvið var, at annar verturin var farin á gátt í nýggja Hilton Garden Inn hotellinum í Havn, har tosað varð við kokkin um ein burgara, sum hotellið annars lýsir við. Og har verturin aftaná opinlýst fekk ein av hesum burgarum til tæringar.

Ivan Niclasen, kringvarpsstjóri, sigur við VP, at hann ikki kennir forsøguna til innslagið í vikuskiftissendingini.

- Vit hava ein politikk á økinum. Vit nokta ikki starvsfólkum at taka ímóti gávum, men politikkurin - sum er orðaður í starvsfólkahandbókini - sigur, at starvsfólk mugu ikki taka ímóti gávum, sum kunnu sáa iva um gegni og óheftu redaktionellu viðgerðina av einum evni. Somuleiðis hava starvsfólk skyldu at boða nærmasta leiðara frá, um teimum stendur í boði at taka ímóti gávum, sum kunnu metast at vera meira enn smálutir - t.d. tvær fløskur av víni, sigur Ivan Niclasen.

Hann sigur, at innslagið í vikuskiftissendingini verður umrøtt innanhýsis.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo