Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

BirkBloggur: Útilívið í Havn er aftur sett á skrá og lív er komið í býin. Leygarkvøldið var lýst við Outlaw Country konsert í Reinsarínum, upprunaliga undir avmarkaðu tilmælunum hjá heilsumyndugleikunum um ikki at tyrpast, men so varð latið upp og linkað um tilmælini, so fleiri konsertir vóru og tað fyri fullum húsum hvørja ferð.

Og tað var ikki hissini konsert.

Framúr solistar, hvør í sínum lagi. Vit kenna teir flestu, men Mattias Kapnas, Høgna Lisberg og Daniu Tausen havi eg ikki hoyrt fyrr í hesum stílistiska høpi. 

Hallur legið fyri við Nobody Wins, hvørs upphavsmaður, Kris Kristofferson, sjálvur var inni her fyri stuttari tíð síðan, og mundi siglt av verðini.

Kapnas stendur tó klárastur í minninum, tá eg murrandi fari út aftur við Last Date hjá Floyd Cramer á varrunum. Løtan stóð still, tá Mattias við inniligum punktueringum og sálfullari presisión leveraði stigvíst glíðandi lagið, sum defineraði The Nashville Sound og skapti baksýnið, sum allir stórir countryartistar sólaðu sær í, tann tíð tað var. Ein gimsteinur, tikin úr tíðini og borin fram fyri eini koronaloystari fjøld mitt í Havn. Fantastiskt at sleppa út. Fantastiskt at sleppa á konsert. 

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo