Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Beinir Johannesen á Facebook: Á tingfundinum í dag koma tvey mál til 3.viðgerð, ið kunnu fáa sera neiliga ávirkan á okkara samfelag. Tað eru uppskotini um at hækka veiði- og tøkugjald.

Ætlanirnar hjá samgonguni at hækka veiðigjøldini hjá fiskivinnuni innibera millum annað:

- at veiðigjaldið í Barentshavinum hækkar 40%, sum støðan er í dag - at makrelurin hækkar eini 20%

- at heimaflotin skal rinda veiðigjald av sínari uppisjóvarkvotu.

Ætlanir eru eisini um at hækka tøkugjøldini hjá alivinunni, har millum annað toppskatturin verður fýrfaldaður, ið fer at ávirka meirvirkanina í vinnuni.

Hetta kemur at hava stóra ávirkan á okkara samfelag. Hetta er við til at køva hugin hjá vinnuni at gera íløgur og at meirvirka - og harvið eisini framburðin, ið er við til at skapa virðini her í samfelagnum, ið vit byggja okkara vælferð á.

Eisini gevur hetta vinnuni enn einaferð óstøðugar karmar at virka undir. Politiska skipanin má halda uppat við at broyta karmarnar so ógvusliga, tá stjórnarskifti er.

Veiðigjaldslógin, ið er galdandi í dag, kom í gildi 1. januar 2022. Síðani tá er nógv broytt í heiminum. Oljuprísurin er farin upp, rentan tað sama og stórar óvissur valda á marknaðinum - men hóast alt hetta ynskir man at hækka gjøldini! Hetta eru ikki støðugir karmar at virka undir.

Vónandi velur løgtingið at fella hesi uppskotini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo