Nógv hevur verið skrivað og sagt um ferðsluviðurskiftini úti í Marknagili, serliga síðan Glasir lat dyrnar upp.
Her fara stórar ferðsluligar broytingar fram komandi mánaðirnar, og í sambandi við hesar vegaloysnir hevur Tórshavnar kommuna avgjørt, at grannar og øll onnur við áhuga verða boðin til almennan kunningarfund á Glasi kl. 19 mikukvøldið, har greitt verður neyvt frá vegaloysnunum og høvið verður at seta spurningar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo