Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður
Svarari: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum
Evni: Eftirlit við KT-verkætlanum
Spurningar:
1. Hvussu er eftirlitið við menning av KT-verkætlanunum hjá landinum skipað?
2. Er hetta eftirlitið nøktandi, nú vit til dømis í eykajáttanini, sum í dag liggur í tinginum, síggja tríggjar KT-verkætlanir, sum hava havt ein størri kostnað enn ætlað?
3. Hvussu sær landsstýriskvinnan fyri sær, at stóru KT-verkætlanirnar, sum skulu gerast komandi árini, verða stýrdar?
Viðmerkingar:
Í løtuni sær út til, at fleiri KT-verkætlanir hjá landinum hava eina gongd, sum hevur við sær, at játtanir ikki verða hildnar. Bæði hjá Talgildu Føroyum við Virkisskránni og Vanganum, og hjá KT Landsins við Skúlaneti, er gongdin hon, at biðið verður um meira pengar (lm. nr. 20/2023).
Hjá Talgildu Føroyum snýr tað seg um 5,5 milliónir krónur, meðan tað hjá KT Landsins snýr seg um 2 milliónir krónur orsakað av seinkingum í menningini av verkætlanini.
Eitt annað dømi er bíleggingarskipanin hjá Standfaraskipum Landsins, har arbeitt varð í fleiri ár og stórar avbjóðingar vístu seg at vera.
Komandi ár er ætlanin at byrja menningina at nýggjari KT-skipan til millum annað skattainnkrevjing, meðan ein nýggj talgild heilsuskipan skal gerast innan heilt fá ár. Í báðum førum verkætlanir fyri fleiri tíggjutals milliónir, og møguliga yvir 100 milliónir krónur.
Samstundis frætta vit úr okkara grannalondum javnan um kollsigldar KT-verkætlanir av ymiskum orsøkum, og tá hevur í summum førum verið nevnt, at hetta beinleiðis kann samanberast við byggigølur av bygningum, brúm og øðrum.
Havandi í huga tað, sum vit síggja nú innan KT Landsins, Talgildu Føroyar og Strandfaraskip Landsins, støddina av verkætlanunum, sum ætlanin er at byrja nú og royndirnar úr okkara grannalondum, hevði tað verið gott at fingið kunning um, hvørt tað er nøkur yvirskipað ætlan fyri at tryggja gongdina í komandi KT-verkætlanum.
Á Løgtingi, 6. oktobur 2023
Eirikur í Jákupsstovu
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo