Trúboðin: Aftaná nógv ár uttan ein festival, har okkara kristiligu tónleikarar høvdu ein pall at vísa seg fram, fara vit nú at taka hendan táttin uppaftur.
Leygardagin 1. apríl 2023 verður ein kristiligur tónleika festivaldagur í Nesvík, har vit fara at bjóða fleiri av okkara egnu kreftum á pall, samstundis sum onkur eisini verður úr Danmark.
Tiltakið verður í høllini í Nesvík, og er ætlanin at hava tónleik koyrandi frá umleið klokkan 13 leygardag til umleið klokkan 2 sunnumorgun.
Sum er vera hesi við:
- Magni Christiansen
- Eyðun Jacobsen v.m.
- Gospel Systers (úr DK)
- Heine Lutzen
- T.O.S
- Rútmiska kórið hjá Háskúlanum
Vit arbeiða við at hava fleiri nøvn klár at kunngera í januar 2023.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo