Stórur áhugi er fyri X Factor-kappingini, nú tveir føroyingar eru í finaluni í annaðkvøld. Gekkurin verður tí sendur aftan á X Factor-finaluna.
Nú tveir føroyingar, Tina Mellemgaard og Kári Fossdalsá, standa á pallinum í stóru X Factor-finaluni, hevur Kringvarpið gjørt av at broyta í sjónvarpsskránni, so føroyingar kunnu hyggja at X Factor beinleiðis eftir Dag og viku fríggjakvøldið.
Øll X Factor-sendingin verður stroymd beinleiðis á heimasíðuni hjá Kringvarpinum frá kl. 19.00, so til ber eisini at síggja finaluna frá byrjan.
Broytingin í skránni gevur eisini øllum teimum føroysku hyggjarunum møguleika at vera við í atkvøðugreiðsluni, sum skal kjósa ársins X Factor-vinnara.
Dagur og vika er sum vant á skránni kl. 19, og hereftir verður varpað beinleiðis frá X Factor kl. 19.20.
Gekkurin er á skránni kl. 21.10, tá ið ársins vinnari av X Factor er kosin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo