Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Mikukvøldið 24. mai kl. 20:00 hevur Siloakórið konsert í Siloa í Fuglafirði. Hetta verður seinasta konsertin, áðrenn kórið fer í summarfrí.

Kórið hevur framført og vant rættiliga nógv í vár, og var eisini á konsertferð í Íslandi eitt langt vikuskifti fyri páskir. Íslandsferðin eydnaðist væl.

Sungið varð í fýra ymiskum kirkjum og samkomum í Reykjavík, og í einari kirkju nakað norðanfyri. Væl av fólki var og lýddi á, og blíðskapurin frá íslendingum móti føroyingum merktist enn einaferð.

Síðani íslandsferðina hevur kórið sungið til páskastevnuna, sum var í ítróttarhøllini í Runavík, umframt nakrar ferðir á møtum í Siloa.

Tað er Eyðun á Lakjuni, ið stjórnar kórinum, sum er samansett av kvinnum og monnum í so at siga øllum aldri.

Kórið syngur bæði a capella og saman við orkestri, nýtt og gamalt, føroyskt og enskt, so sangúrvalið er rættiliga varierað.

Í orkestrinum er klaver, trummur og bassguitari, men so eru eisini onkur løg, ið hava cello og tvørfloytu afturvið. Í fleiri av løgunum eru solorøddir úr kórinum.

Konsertin í Siloa er ókeypis, og kórið vónar at síggja nógv fólk hetta kvøldið – tað er jú frídagur dagin eftir. Ein drekkamunnur verður at fáa aftaná konsertina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo