5. august verður konsert við Bethel Music í Kelduni í Skálafirði.
Bethel Music, úr Redding California, er kent navn innan kristna tónleikapallin. Bólkurin hevur síðan 2001 givið út fleiri enn 31 fløgur og fleiri stakløg.
Millum sangarar teirra eru Brian & Jenn Johnson, Jeremy Riddle, Steffany Gretzinger, Hunter Thompson, Leeland, Bethany Wohrle og Jonathan Helser.
Høvuðssangarnir í føroyum verða Hunter Thompson og Bethany Wohrle, ið hava bólk við sær.
Konsertin verður sunnukvøldið 5. august kl.20 í Kelduni og vænta fyrireikarnir ein fullan sal.
Toymið frá Bethel Music luttekur eisini á morgunmøtinum í Kelduni sunnudagin 5. august.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo