Í kvøld spældi føroyska A-landsliðið hjá monnum ímóti Litava í Nations League. Tá 22 minuttir vóru leiktir legði Føroyar seg framum.
Klaksvíkingurin, Jákup B. Andreasen, stútaði bóltin í netið eftir framúr frísparksinnlegg frá einum øðrum klaksvíkingi, Jóannes Bjartalíð.
Hetta er fjórða málið á rað á A-landsliðnum, ið er skorað av einum klaksvíkingi.
Beint áðrenn hálvleik javnaðu litavar við málið frá Vykintas Slivka.
Endaliga støðan gjørdist 1-1, og merkir tað samstundis, at Føroyar hava tryggjað sær sæti í C-deildini í Nations League, og Litava flytir niður í D-deildina.
Føroyar spæla aftur sunnudagin, 25.september, móti Turkalandi á Tórsvølli. Dysturin byrjar kl.19.45.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo