Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Kjartan Lamhauge Kristiansen *25. apr. 1941 – †3. sept. 2018 in memoriam.

Sárt er tá vinirnir fara
og hvørva um lívlátsins lið,
og minnir av slóð eru bara,
har teir stigu seinasta stig.

----

Tit vóru for okkum tað parið,
sum lívið alt, hond í hond,
livdu í heimi og garði,
har sterk vóru kærleikans bond.

Tit gingu um fjøll og um fløtur
við vinum á vallaraferð,
tit tráddu tær gudgivnu gøtur,
sum upp móti hæddum alt ber.

Nú skiljast teir kærleikans vegir,
nú leiðast tit ei meir um hól,
nú foldin hon kúrir og tegir,
nú makin fann deyðans ból.

Um foldarferðin er farin
hjá Kjartani við tína hond,
so gleða enn børnini garðin
og lætta tær sorganna vond.

----

Eg takki tær, Kjartan, for løtur,
eg átti við tykkara lið,
nú tú gekst tær seinastu gøtur
at finna hin æviga frið.

----

Eg við veit at stórur er tregi
hjá tær góða Ingigerð,
nú Kjartan hvarv av tínum vegi
- fór seinastu vallaraferð.

Men minnini liva tó leingi,
um hvirt er nú innan gátt,
tí sál hans enn er í tí sangi,
tú hoyrir, tá stilt er á nátt.

pmp

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo