Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

KJ: Snotiliga danska uppsjóvarskipið Isafold lá í Tórshavn um jólini, og høvið var til at fáa ymiskt umvælt umborð. KJ framdi ymiskt umvælingararbeiði, m.a. varð stóra lyftistemplið á nótaleggjaranum tikið frá og umvælt, oljulekar á nótarulluni tettir og pakningar skiftir. Umframt hetta varð eisini sveisiarbeiði gjørt í einum vakuumtanga, sum er í brúk, tá landað verður.

Ørvar Jacobsen, tænastuleiðari hjá KJ, sigur, at arbeiðið gekk sera væl. “Uppgávan varð loyst skjótt og væl av okkara dugnaligu smiðjum, og Isafold slapp aftur til uppsjóvarveiðu tann 2. januar”.

Myndirnar av skipinum eru tiknar 9. januar 2024, tá skipið lá í Fuglafirði og landaði makrel til Pelagos.

Annars er at siga um Isafold, at skipið er heimahoyrandi í Hirtshals í Danmark, og er bygt á Zamakoma skipasmiðjuni í Spania í 2022. Skipið er 87 metrar langt og 20 metrar breitt.

Eitt, sum er áhugavert við skipinum er, at tað hevur tvær skrúvur til framdrift. Hetta økir um orku og megi til sleip, og mannirering av skipinum í øllum veðri.

Myndir: KJ

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo