Í Kina er tónleikurin hjá svensku songkvinnuni Zara Larsson strikaður av Apple Music, skrivar Aftonbladet.
Svenska kringvarpið SVT skrivaði at tað gevur einki úrslit um leitað verður eftir tónleikinum hjá Zaru Larsson í Kina.
Funnist hevur verið at Zaru Larsson fyri hennara samstarv við kinesiska mobilrisan Huawei.
Í apríl valdi hon at enda samstarvið, skrivar VG.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo