Í Skive í Jyllandi øtaðust djóralæknarnir, tá teir herfyri løgdu eina kettu undir skurð, tí okkurt var heilt galið við búkinum. Hon var full av gávubondum, sum hon hevði etið.
- Hetta hava vit ongantíð sæð áður, sigur Lars Jeppesen frá Skive Dyrehospital, sum samstundis ávarar aðrar kettuvinur, nú jólini stunda til.
Kettum dáma væl at spæla við bond og snórar av ymsum slagi, og vanliga er tað ongin trupulleiki, men um tær fara at eta tað, so kann tað enda galið, sigur djóralæknin og heitir á fólk við kettu um ikki at lata tær vera einsamallar saman við hesum bondunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo