Bretska sjónvarps vertinnan Caroline Flack er deyð, 40 ára gomul, skriva fleiri bretskir miðlar.
Flack er millum annað kend fyri at hava verið programmleiðari í reality-røðini Love Island í Stórabretlandi.
Men tí steðgaði hon við í november 2019, tá ið hon var handtikin og ákærd fyri harðskap móti sínum 27 ára gamla sjeiki, fyrrverandi tennisleikarin Lewis Burton.
Ein advokatur hjá familjuni Flack váttar at stjørnan tók sítt egna lív, og at hon var funnin deyð í síni egnu íbúð í London, skrivar Sky News.
Seinast tann 40 ára gamla Caroline Flack læt frætta frá sær var eitt innlegg hon deildi við sínar 2,3 milliónir fylgjarar á Instagram í gjár. Á myndini er hon saman við einum hundi, og við myndini deildi hon eitt reytt hjarta.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo