Frá Kelduni: Fleiri ár á rað hevur Keldan skipað fyri væleydnaðum sangtiltaki tollaksmessukvøld, har jólini verða sungin inn. Og í ár er onki undantak.
Á skránni verður nógvur felagssangur. Eisini framføra Olvheðin Jacobsen, Signa Andersen, Maibritt Højgaard Johansen og Eyðun Jacobsen.
"Vit syngja jólini inn" er ókeypis, men møguleiki er fyri at lata eina peningagávu til missiónsarbeiði, sum Keldan hevur.
Kvøldið endar við einum góðum drekkamunni og holukøkum.
Tiltakið verður 23. desember kl.21.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo