Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Í morgin heldur fram at kava mestsum allan dag, vindurin kemur norðaneftir og tað verður kalt, um frostmarkið.

Týsdagin veksur hann sum frálíður vindin høgt og tað verður lýggjari, upp í eini 4  stig, kanska okkurt æli, men turt fyri tað mesta.

Mikudagin hvassur vindur ella skrið av norði, okkurt kavaæli, hitin 1-3 stig.

Hósdagin makar hann vindin, ættin verður útnyrðingur, hitin um frostmarkið, men ímóti kvøldi støkkur hann eysturum og nú verður ættin landsynningur og tað verður lýggjari.

Fríggjadagin hvassur vindur ella skrið av landsynningi, nógv regn allan dagin og hitin upp í 7 stig.

Næsta vikuskifti verður framvegis nógvur vindur og nógv regn, lágætt og hitin upp í 8 stig.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo