Kári P er millum mest viðurkendu føroysku vísusangarar og sangskrivarar, og í august spælir hann á Summar Festivalinum í Klaksvík.
Kári P hevur verið virkin í tónleiki síðani seksti árini, og hann sungið og skrivað nógvar kendar sangir – Villar Víddir, Kalli Katt, Dansa um gullkálvin og fleiri.
Kári P er gløggur eygleiðari av samfelagnum og fólkalívi, og hann dugir sum fáur at seta orð á kenslur og hugtøk.
Í august fer Kári P at framføra sangir úr sínum stóra sangskatti á Summar Festivalinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo