Franskt politi kannar hóttanir ímóti lívinum, sum trý ísraelsk ítróttarfólk hava fingið undir olympisku leikunum sum eru í París í hesum døgum.
Tað skriva fleiri tíðindastovur.*
Ítróttarfólkini hava eisini verið fyri hóttanum á netinum, og fleiri persónligar upplýsingar eru at finna har.
Ansað verður serliga væl eftir ísraelsku ítróttarfólkunum sum eru í París í samband við Olympisku Leikirnar. Eitt nú hava tey øll lívverjar allan sólarringin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo