Fróðskaparsetrið: 22. juni klokkan 13:00 verður avdúkað, hvør hevur vunnið arkitektakappingina um nýggjan felagsbygning til Setrið. Almenna tiltakið verður í Kongshøll, har framsýning eisini verður av øllum seks uppskotunum.
Nú dómsnevndin hevur valt, hvat av teimum seks uppskotunum hevur vunnið arkitektakappingina um nýggjan felagsbygning til Fróðskaparsetur Føroya, verður alment tiltak í Kongshøll, har øll uppskotini verða sýnd fram, og vinnarin kunngjørdur.
Tiltakið, sum Landsverk og Setrið skipa fyri, verður í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn klokkan 13.
Umframt framsýningina av uppskotunum verða røður á skránni. Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, fer at røða um kampusætlanina, síðani avdúkar Ólavur Ellefsen, stýrisformaður, vinnaran, sum somuleiðis fær orðið til at tosa um sítt verk, og at enda fer Martin Tvede Zachariasen, rektari á Setrinum, at draga samanum.
Øll eru vælkomin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo