Tað upplýsti Jonhard Hammer, afturí afturkomin stjóri í Miðlahúsinum, í sendingini Pressan fyrrapartin, har hann eisini fekk høvi at rósa facebook-søgunum á heimasíðuni in.fo fyri sítt høga journalistiska støði.
Afturí afturkomni stjórin í Miðlahúsinum kunnaði um, at in.fo hevði um 30.000 lesarar um dagin, men at lýsingar, til dømis ein hjá Borg, sást bara av 10-15.000 um dagin.
Til samanberingar kann nevnast at allar lýsingar á VP síggjast - á øllum síðum - beint niðanfyri 40.000 ferðir um dagin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo