Starvsmannafelagið: Tvær kvinnur fáa í ár heiðurin sum Ársins álitisfólk í Starvsmannafelagnum. Hetta var greitt á aðalfundi felagsins í dag.
Tær eru Katarina Petersen, álitisfólk í Sosialu Deild í Tórshavnar kommunu, og Jónhild Jørgensen, álitisfólk í Vága kommunu, sum fær heiðurin fyri arbeiðið sum álitisfólk í Barnaverdartænastuni í Vágum.
Felags fyri tær báðar er, at tær hava verið í truplum starvsfólkamálum, har tær hava verið sakligar, avgjørdar, róligar og stinnar, og hava verið við til at tryggja rættindi hjá starvsfólkunum. Tær hava samvitskuful og ábyrgarfult røkt starvið sum álitisfólk, stendur millum annað í grundgevingunum.
Tað eru limirnir og nevndin í Starvsmannafelagnum, sum tilnevna og velja Ársins Álitisfólk, sum er ein heiður sum verður latin einaferð um árið á aðalfundi felagsins.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo