Torsgota.fo: 17. og 18. desembur skuldi Reinsaríið upprunaliga fyllast við souluttum tónum og flottum sangrøddum, tá tær fimm songkvinnurnar - Marianna, Jasmin, Dania, Katrina og Tamara - skuldu framføra útseldu konsertirnar “Jólasoul”. Tíverri eru konsertirnar avlýstar vegna økta korona smittu, men nú verður konsertin flutt úr Reinsarínum og beint inn í tína hugnaligu stovu, talgilt sjálvandi!
Tað verður nemliga ein korona vinarlig konsert, sunnukvøldið 20. desembur kl.20.45. Og tann konsertin verður víst beinleiðis í KVF og á torsgota.fo
Tá tað er sagt, so er tað ongin loyna, at allar flestu tónleikarar hava tað eyka trupult orsakað av korona. Tískil verður eisini møguligt hjá tær, at stuðla tónleikarunum inni á torsgota.fo, har tú sjálv/ur sleppur at velja upphæddina.
Beinleiðis konsertin verður stuðlað av: Sendistovan, Lyfta, Bilasølan, MOWI, Magn, Wenzel, Bank Nordik, Sókn Advokatar, Poul Hansen Heilsøla, Advokatskrivstovan, SMS og Reinsaríið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo