Mikukvøldið, 20. des. kl. 20, verður jólalig sangløta við Siloakórinum og øðrum í Siloa í Fuglafirði.
Kórið fer at syngja einar 10 sangir – bæði a capella og við undirspæli og saman við solistum eisini.
Harumframt verður høvi at hoyra nakrar solistar framføra. Bárður á Lakjuni, Beinta Napoleonsdóttir og Maria á Lakjuni fara at syngja, og Sólja Hansen fer at spæla okkurt jólaligt á síni cello fyri okkum.
Oddur á Lakjuni hevur eitt lítið orð – og aftaná verður ein hugnaligur drekkamunnur.
Øll eru hjartaliga vælkomin!
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo