Nú jólatíðin orduliga er komin í sving, hava Ranchus valt at geva út eitt jólalag. Sangurin eitur ”Yule,” ið er enska orðið fyri jól (Ranchus heitir á øll um at ”googla” orðið!).
Lagið snýr seg um, at henda myrka tíðin á árinum bert er fyribils. Og tá ið jólaaftan so er, tá er stytsti dagur longu aftanfyri okkum. Hetta er tekin um, at teir ljósu dagarnir aftur eru ávegis.
Bólkurin Ranchus er mannaður av: Sigmund á sang og gittar, Sjúrður Samuelsen á gittar, Ólavur á Skipagøtu á bass, og Jónsvein Mikkelsen á trummum.
Gleðilig jól frá Ranchus!
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo