10 ár eru brátt liðin síðani bólkurin 4 gav út fløguna "Her er Løtan".
Í tíðindaskrivið sigur manningin í bólkinum, at lurtarin tók útgávuna, so yvirraskandi væl til sín, at teir satt at siga vóru tiknir á bóli.
Nú jólini standa fyri durum ynskja teir við nýgga jólalagnum, ”Jólakvøða úr Føroyum” at ynskja øllum føroyingum úti og heima eini hugnalig og gleðilig jól.
Orð: Martin Joensen
Lag: Alabama
(Jeffrey Cook, Teddy Gentry, Randy Owen og Mark Herndon)
Tónleikur: Jákup Zachariassen
Bass, mix og master: Óli Poulsen
Trummur: Josva Debes
Upptøka: Nov. 2016
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo