Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Frá Vestmanna kirkju: Aftur í ár verður jólakonsert í Vestmanna kirkju. Enn einaferð verða tað bæði lokalir og uttanbýggja sangarar og tónleikarar, sum koma at syngja og spæla jólaløg í vøkru Vestmanna kirkju. Løtan er heilt serlig, ein kemur í jólahýr og gloymir myrkur og strongd, tí hendan løtan í kirkjuni, við tí góða og serliga tónleiki, vit her hoyra, minnir okkum um gleðina, sum varð fødd á jólum, tá Jesus kom í heimin. Vit skulu hugna okkum, vera glað og fegnast saman, Guð er upphav til allan tónleik, til allar góðar og kærleiksfullar løtur. So kom framvið, tak tær av løttum og njót eitt hugnaligt og ríkt kvøld saman við øllum hinum, sum eisini koma at lurta og syngja.

Í ár eru tað hesi, sum framføra:

Vestmanna kirkjukór undir leiðslu av Erlu Olsen
Kórið hevur 40 ára jubileum í ár. Hetta er kvinnukór, sum syngja bæði sálmar og sangir. Kórið er mannað við góðum og sterkum røddum, sum í áratíggju hava frøtt oyru okkara við vøkrum sangi.

Kirstin Johannesen
Ein kend lokal songkvinna, sum hevur verið virkin í mong ár. Vit gleða okkum at hoyra hana enn einaferð syngja fyri okkum við síni vøkru og mjúku rødd.

Vár Isaksen
Ein sera ung vestmanna genta, sum hevur eina serliga og sera vakra rødd. Hon er júst byrjað at syngja alment, og vit gleða okkum til at hoyra hana fyri fyrstu ferð í Vestmanna kirkju.

Ólavur og Holgar
Ein kendur vestmaður saman við einum villmanni úr Sørvági, sum ikki er minni kendur. Teir framføra saman í løtuni, og hava eina sera áhugaverda skrá. Tveir royndir og sera dugnaligir  tónleikarar, sum heilt víst eru verdir at lurta eftir.

Christina Eriksen

Enn eitt nýtt navn á tónleikarapallinum í Vestmanna, ein, sum er við at koma fram sum sangari. Við sær hevur hon guittarleikara. Vit frøðast um at fáa høvi til at hoyra Christinu á jólakonsertini í ár.

Halleluja Sofus Hansen
Halleluja Sofus er føroyskur croonari nr. 1, so er tað sagt. Hann hevur ikki tørv á so nógvum orðum, kendur sum hann er fyri sína framúr góðu rødd.

Evi Tausen
Fyri fyrstu ferð í Vestmanna kirkju, hóast hon er sera kend songkvinna í Føroyum og úti í heimi. Evi er country sangarinna við stóra C. Hon er í holtur við nýggja fløgu, og í ár hevur hon játtað at koma á vitjan í Vestmanna, so eisini vit kunnu hoyra hennara tulking av jólasangum.

Magni Christiansen
Shakin Magni Christiansen, ein av bestu sangarum vit eiga, og føroya besti rockari! Kendur m.a. fyri sína frálíku Shakin Stevens tulking. Magni kann seta lív í alt, eisini vestmenningar:) Vit eru sera fegin um, at hann aftur í ár er at hoyra í Vestmanna kirkju, til hesa stóru og hugnaligu jólakonsert.

Konsertin er ókeypis, og øll eru vælkomin! Høvið verður at geva eina peningagávu til "Í menniskjum góður tokki". Tað, sum inn kemur, fer óskert til átakið.

Vælkomin í kvøld kl. 19.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo