Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Onki er so gott, at tað er ikki ringt fyri okkurt: Hevur tú júst glett teg um at hava fingið ein av bíligastu ferðaseðlunum, kanska tí tú ætlar tær heim á jólum, so hevur tú keypt kattin í sekkinum. Tí aftaná 1. mars verða bilettirnar enn bíligari.

Tað góða er hinvegin, at tú kanst rokna við samanumtikið bíligari ferðaseðlum frá Atlantic Airways hereftir.

Men tað ringa er so, at maturin og sjussurin, snapsurin ella likørurin, sum tær kanska dámar at hugna tær við, fer at kosta aftaná 1. september.

Tað góða er so aftur, at hann verður ikki dýrur at keypa, tað lovaði stjórin, Jóhanna á Bergi á tíðindafundinum í dag, uttan at vilja útgreina tað nærri.

Hon byrjaði tíðindafundin við at sitera kendu orðini hjá liberala búskaparfrøðinginum Milton Friedman um at "there is no such thing as a free meal". Og hesum hava tey bæði sjálvandi rætt í. Ti sjálvandi hava kundarnir hjá Atlantsflogi goldið fyri matin og drekka, sum tey fáa umborð, so ella so. Tí tað er ongin ókeypis máltíð til. Í longdini gjalda vit tað vit brúka, so ella so.

Atlantic Airways roknar við vøkstri tey komandi árini. Og hesin vøksturin skal bera sín part av meirkostnaðinum uppá 17 mió kr sum stendst av at ferðaseðlarnir gerast bíligari. Saman við bíligari olju, og so sparingini, nú kundin skal gjalda eyka fyri mat og rúsdrekka umborð.

Á tí góðu síðuni finna vit eisini, at Atlantsflog fer at gera tað lættari at finna bíligastu ferðaseðlarnar á heimasíðuni, um tú keypir har. Eisini skal bera til, longu har, at krossa av, um tú vilt hava mat serveraðan umborð

Nú Atlantsflog er farið at gera raksturin bíligari, so vit kunnu fáa enn bíligari ferðaseðlar, hava vit hug at spyrja, um tað er nøkur orsøk at steðga her.

Veðurlíkindini í Føroyum eru nú einaferð soleiðis háttað, at viðhvørt má roknast við avlýsingum, ella at flogfarið ikki fær sett seg. Viðhvørt noyðist Atlantsflog at gjalda hoteluppihald til eina rúgvu av fólkum, sum liggja veðurføst í Bergen, Keflavík ella aðrastaðni.

Men átti hetta ikki at verið ein spurningur ímillum tann ferðandi og tryggingina hjá viðkomandi?

Er tað nøkur sjálvfylgja, at Atlantic Airways skal punga út tá so er?

Um hetta kann geva okkum enn bíligari ferðir, so droppa hasa hotelsongina eisini.

Tað heldur VP. 

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo