Fleiri túsund hava smakkað góðu Fisk&Kips porsjónina frá JFK á Sjómannadegnum og nú verður ein nýggjur bygningur bygdur á sama stað har sum JFK hevur mettað mangan munnin við fisk&kips í heimsflokki.
Tað váttar Hanus Hansen, reiðari, fyri VP.
Bygningurin verður góðar 60 fermetrar til støddar, og verður klárur at taka í brúk á Sjómannadegnum í ár, sum verður tann 17. august.
Hanus Hansen váttar eisini at somu kokkar sum hava verið undanfarin ár fara eisini at standa fyri í ár.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo